Í kvøld kl. 19.00 verður árliga jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata Í Menniskjum Góður Tokki víst í sjónvarpinum. Stóra og fjølbroytta jólakonsertin er úr Vesturkirkjuni í Havn. Hetta er kvøldið, har vit øll kunnu stuðla barnafamiljum í Føroyum, sum liva í fátækravága. Her verður nógvur góður tónleikur at hoyra, ymisk kór, kendir sangarar og eisini sangfuglar, sum vit ivaleyst fara at hoyra nógv meira til í framtíðini. Rannvá Gaard Fossaberg er vertur.