Stórur spenningur er um føroyska manslandsliðið í hondbólti fyri dystirnar í Føroyum um vikuskiftið í for-undankappingini til HM-endaspælið, sum verður í Svøríki og Póllandi í januar 2023. Føroyar eru í bólki 4 saman við Luksemburg, Italia og Lettlandi. Tvey tey bestu londini sleppa víðari í HM-undankappingini. Føroyskur manshondbóltur er vorðin sólskinssøgan í føroyskum ítrótti. Tað hevur verið rættiligur gróður og framburður seinnu árini, og mong bíða tí í spenningi at síggja, hvat kann fara at spyrjast burturúr í komandi árum við tí flokki av ungum og evnaríkum spælarum, ið nú taka seg fram í stórum tali. Hondbólturin hevur verið í stórum aldudali eftir gulltíðarskeiðið í 70-árunum. Gyltasta løtan mundi vera, tá Føroyar í 1980 hýsti heimsmeistarakappingini í C-deildini í manshondbólti. At Føroyar nú fáa høvið at hýsa øllum dystunum í okkara bólki í HM-undankappingini er nakað, sum vekir minnir um C-heimsmeistarakappingina í 1980, og tann serstaka hondbóltsfepurin, ið tá valdaði. Kringvarpið fer at vísa allar dystirnar hjá Føroyum í kappingini. Spælt verður í døgunum frá 14. januar til 16. januar í høllini á Hálsi í Havn. Kvøldið fyri at kappingin byrjar, fer Kringvarpið at endursenda dokumentarin "Teim bilti ei magn og mót", ið er um hvussu hondbóltur mentist í Føroyum. Sendingin kemur eftir Dag og Viku hóskvøldið 13. januar. Í skránni fyri sendingina, sum varð send fyrstu ferð í 2015, stendur soleiðis: Hondbólturin var einaferð flaggskipið í føroyskum ítrótti. Stóri framburðurin er í 70-unum. Tá koma hallirnar, og við teimum kollveltist hondbóltsspælið. Føroyar fingu tíðliga limaskap í altjóða hondbóltssamgonguni IHF, og føroysk lið fóru at spæla Europa Cup dystir longu í 1972. Manslandsliðið var ógvuliga virkið og spældi fleiri dystir á hvørjum ári, úti sum heima. Í 1976 er føroyska manslandsliðið sum fyrsta føroyska ítróttalið nakrantíð við í einari heimsmeistarakapping. Hesa tíðina spæla fleiri føroyingar hondbólt á høgum stigi í Danmark. Kári Mortensen spælir í Efterslægten og síðani Saga frá 1973 til 1979, og er eyðsýndur spælari í fremstu donsku deildini. Eyðfinn Egholm og Hanus Joensen standa seg eisini ógvuliga væl í øðrum feløgum. Hondbóltsfepurin í Føroyum er upp á tað mesta í februar 1980, tá ið C-heimsmeistarakappingin fyri manslandslið verður hildin her heima. Tíggju lond eru umboðað í kappingini, teirra millum Frakland, sum í dag er mætasta manshondbóltstjóð í heiminum. Spælt verður í øllum trimum høllunum í landinum, í Havn, Klaksvík og í Vági, har nýggj høll júst var komin. Stevnan er endin á glæsiligasta tíggjuáraskeiðnum í føroyskum hondbólti. Í sendingini hitta vit spælarar, venjarar og aðrar, sum gjørdu sítt til, at hondbólturin var flúgvandi í Føroyum í 1970-árunum. Lagt til rættis: Suni Merkistein, Brian Samson tók upp og Hans Petur Hansen setti saman.