Stuðulskonsert til frama fyri neyðstødd úr Ukraina, send beinleiðis í KVF. Til konsertina spæla: Eyðun Nolsøe, Lív & Tróndur, Lena Andersen, Signar í Homrum, Kári P., Guðrið Hansdóttir, Sámal Ravnsfjall, Karl Martin og Rúna á Heygum, Fríði Sigmundsson, Rókur Jákupsson, Georg eystan Á, Marius, Ester Kristiansen. Harumframt verða samrøður og viðkomandi innsløg um flóttahjálparátøk bæði úti í heimi og her í Føroyum. Sára Jógvansdóttir samskipar tiltakið, og Kringvarpið letur annars ljóðtøkningar, gólvstjóra og vertir. Raclip stendur fyri framleiðsluni. Konsertin verður í Lívdini í Hoyvík.