Urtagarðsrøðin er frá 2004. Trý evni eru á skránni, fyrst vitja vit á Royndarstøðini í Kollafirði, har tey einar tvær ferðir um árið gera kanningar av mold, sum bóndur, jarðareigarar og urtagarðsfólk senda inn til teirra at kanna. Hetta gera tey fyri at vita, hvussu tey skulu taða moldina. Royndarstøðin kannar hana so fyri m.a. súrevni, kálk og kalium. Á Royndarstøðini hava tey í fleiri ár kannað, hvørji eplasløg egna seg best at seta niður, hvussu tey smakka, hvørji goymast væl og hvørji sløg klára seg best móti ymiskum eplasjúkum, eitt nú svartaspillu. Tað er Peter Haar, sum hevur gjørt kanningarnar, hann fer eisini at geva okkum góð ráð. Triðja evnið í sendingini er ein nýggj sniglafella, sum Sámal Patursson í Kirkjubø hevur sett upp við góðum úrsliti. Lagt til rættis: Bergljót D. Hentze Upptøkur og sett saman: Ragnar C. Joensen.