Ungdómstoymið hjá Kringvarpinum, biit, sendi beinleiðis frá finaluni í tónleikakappingini Sement, sum varð fyriskipað í Reinsarínum í Havn
Kringvarpið sendir beinleiðis frá finaluni í Sement, kapping í rútmiskum tónleiki, sum verður í Perluni og Reinsarínum í kvøld kl. 20.00 Undanumførini seinastu trý leygarkvøldini hava verið stroymd á heimasíðu Kringvarpsins. Biit-toymið stendur fyri øllum. Tað merkir, at alt frá vertum til kamerafólk og framleiðara eru ung fólk, sum eru knýtt at ungdómstoyminum. Rannvør Fríða Eyðunsdóttir frá Gentuvesinum og David Thomassen frá ´PolEtikk´ og ´Repopplikkin´ eru vertir, og Fríði Birgisson Olsen, sum vanliga ger guðstænasturnar í sjónvarpinum, framleiðir. Ætlanin er eisini, at Biit ger eina sjónvarpssending frá Sement 2022, sum verður send seinni í ár. Í finaluni eru bólkarnir: RSP, SWAY, Marius DC, Impartial, Daniel og Dania O. Tausen.