Vit hava í kvøld leitað okkum til Kvívíkar og vitjað urtagarðin hjá Kristionnu Jensen. Tað, sum er serligt við hesum urtagarði er, at her eru bert føroyskar plantur. Her eru eini 100 ymisk sløg og er urtagarðurin 30 ára gamal. Vit vitja á Tvøroyri hjá Palla Julsgart, sum hevur gjørt sær ein flottan urtagarð, ella kanska líkist tað meira eini viðarlund. Sendingina gjørdu: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.