Elsta vakstrarhúsið í Føroyum stendur á Tvøroyri. Tey vóru bygd í 1937, tá Karl Øster fór undir at seta niður gularøtur og tomatir, sum hann síðani sendi kring landið. Í dag eigur og rekur sonurin Anton handilin og í dag fæst hann serliga við trø, runnar og summarblómur. Síðani vit, í seinastu sending, eftirlýstu størstu rhododendron í landinum, hava fleiri ringt við einum boði, men ta størstu higartil, hava vit funnið á Tvøroyri. Sonja Jensen hevur gjørt sær ein urtagarð við ovara veg í Trongisvági. Hóast her lívir illa, er bratt og rættuliga lítið av mold, so hevur Sonja fingið nógv at vaksa her. Hetta er sendingin, sum gevur tær hugskot, íblástur og ráð úr føroysku urtagørðunum. Nógvir eru urtagarðarnir kring landið, sum eru vakrir og røktir. Í sendingini sleppur tú eisini inn í onkran teirra. Sendingina gjørdu: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.