Í kvøld eru vit úti í Nólsoy hjá Marnar á Skúr, sum hevur sett niður eplir og grønmeti, men flugan, tann brúni snigilin og flatmaðkurin, er ein sonn plága hjá honum, so at hann í ár hevur tikið nøkur óvanlig stig fyri at koma hesum til lívs. Millum annað hevur hann fingið sær froskar, ið møguliga kunnu basa hesum. Vitjað verður eisini aftur hjá Carl Joensen í Søldafirði, ið hevur meiri enn 100 ymisk træsløg í garðinum hjá sær. Í seinastu sending vóru vit niðanfyri húsinum hjá honum, nú verður vitjað omanfyri. Hvør hevur størstu Rhodondenron í landinum? Vit hava funnið eina hvíta inni á Skála, og hon er rættuliga stór. Gjørt sendingina hava: Bergljót D. Hentze Ragnar C. Joensen