Urtagarðurin í kvøld er farin út um girðingina, og vit eru á Vaglinum í Tórshavn, har tey kendastu trøini í landinum munnu standa. Nógv munnu hava gingið undir teimum, tá ólavsøka hevur verið. Vit hava fingið landsskógarvørðin, Trónd Leivsson at koma við okkum at hyggja eftir nøkrum av teim elstu trøunum í miðbýnum. Sendingina gjørdu: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.