Føroya Symfoniorkestur var í sonnum jólahýri, tá stóra familju- og jólakonsertin var í Norðurlandahúsinum tann 4 desember. Eini 150 børn úr Fuglafirði, Leirvík, Toftum og Havn vóru í stóra barnakórinum, og sangurin og tónleikurin ljómaði kátur. Fleiri ungir solistar trinu fram og frásøgumaður til konsertina var Eyðun Johannesen