Kom við á ferð í føroysku fjøllunum og náttúruni saman við Jens Jákupi Hansen, fotografi í Kringvarpinum. Hesa ferð gongur leiðin úr Kálvalíð í Miðvági til Slættanesar, Jens Jákup hugleiðir um ymiskt á leiðini. Hann fer inn í skúlan á Slættanesi, sum eisini var kirkja. Úr Slættanesi gongur hann til Gásadals. Og so er tann túrurin, ið var gingin í februar mánað, at enda komin.