Vit fara at ferðast kring landið og vitja urtagarðar og tosa við fólk, sum hava áhuga fyri urtagarðsarbeiði og blómum yvirhøvur. Í sendingini vitja vit eina konu, sum tíðliga í vár, gjørdi sær ein nýggjan urtagarð. Vit skulu hoyra um nakrar áhugaverdar royndir við staudum, og at enda fáa vit góð ráð um tøð og at taða. Sendingina gjørdu: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.