Urtagarðurin er aftur at síggja í sjónvarpinum í vár og í summar. Vit ferðast kring landið og vitja urtagarðar og tosa við fólk, sum hava áhuga fyri urtagarðsarbeiði og blómum yvirhøvur. Urtagarðurin verður í sjónvarpinum annaðhvørt hóskvøld aftan á tíðindini. Í kvøld vitja vit Jákup Mørkøre á Hvítanesi. Gjørt sendingina hava: Bergljót D. Hentze Ragnar C. Joensen