Í Fuglafirði skipa tey javnan fyri einari kapping, har tey finna vakrasta urtagarð í býnum. Fyri fýra árum síðani var urtagarðurin hjá Marjun Reinert Petersen og Dan Reinert Petersen kosin vakrasti urtagarður í Fuglafirði. Í dag er hann ikki minni vakur, enn hann var tá. Dan hevur stóran áhuga fyri urtagarðsarbeiði og øllum tí, sum veksur har. Í Fuglafirði hava tey eisini eitt Urtagarðsfelag, har Dan er sera virkin. Lagt til rættis: Bergljót D. Hentze Ragnar C. Joensen