Urtagarðurin er aftur at síggja í sjónvarpinum í vár og í summar. Vit ferðast kring landið og vitja urtagarðar og tosa við fólk, sum hava áhuga fyri urtagarðsarbeiði og blómum yvirhøvur. Gongur sum ætlað, verður Urtagarðurin inni á Skálafjørðinum, har vit m.a. vitja eitt áhugavert vakstrarhús við alskyns grønmeti og kryddurtum. Haraldur S. Hansen greiðir frá um sítt vakstrarhús við m.a. nógvum grønmetisplantum, sum hann setur út, nú summarið er komið.