Elsebeth Danielsen og Niels Pauli Danielsen eru hjún og búgva í prestagarðinum á Brekku í Klaksvík. Síðan tey fluttu inn higar í 1979, hevur Klaksvíkar Býrað tvær reisur heiðrað tey fyri at hava vakrasta urtagarð í býnum. Elsebeth hevur stóran áhuga fyri urtagørðum og hevur gjørt sær urtagarð í øllum teim trimum prestagørðunum, har Niels Pauli hevur verið prestur. Men nú er tíðin um at renna út í Klaksvík og tey bæði hava nú keypt sær eini hús í Havn við einum stórum urtagarði, og her arbeiðir Elsebeth nú hvønn dag. Gjørt sendingina hava: Bergljót D. Hentze, Ragnar C. Joensen og Ólavur Wolles.