Familie Journalen og tann stóra myndabíblian vóru fullar av myndum og hesar vóru tað sum fyrst og fremst tendraðu áhugan fyri listini. Seinni komu lesibøkurnar og málningarnir hjá grannanum og Amariel Norðoy fór til endans sjálvur at tekna og mála. Og beint nú livir Amariel í einari litverð, sigur Ingálvur av Reyni listamálari. Sending um listamálaran Amariel Norðoy. Lagt til rættis: Malan Johannesen.