Størsti urtagarður í Miðvági man óivað vera tann hjá Hannu Dam Hansen og Johannes Dam Hansen, sum liggur á gomlu Langtrøðni í Miðvági. Hann er góðar 2.000 fermetrar í ummáls og har eru sett niður millum 300 og 400 trø av ymsum sløgum. Hanna hevur eisini eitt vakstrarhús, har hon hevur súreplir og víndrúvur, men mest brúkar hon vakstrarhúsið til at sáa ymiskar summarblómur, sum hon so seinni setur út í urtagarðin. Gjørt sendingina hava: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.