Sum liður í mentanardøgunum í Sunda kommunu skipa tjørnuvíkingar fyri einum túri út í Stakkin. Í ár tóku teir 14 seyðir. Túrurin er serstakur, og áhugin fyri honum er sera stórur. Uppboðssølan man eisini vera eitt eindømi, tí limir og livandi seyðir vórðu seldir fyri 123.000 krónur. Við vóru Eir í Ólavsstovu og Jóhann Mortensen.