Í 1987 vitjaðu Zacharias Hammer og Ragnar C. Joensen hjá eldru hjúnunum Alberthu og Meinhard Gaardlykke úr Lamba, sum á mangan hátt livdu sum í gomlum døgum. Tey vóru nærum tey einastu tá, sum vóru eftir í Føroyum, ið høvdu kúgv í kjallaranum og livdu av tí, sum náttúran gav. Sendingin er um partar av lívinum á bygd, ið tá var um at gerast søga. Vit síggja Alberthu mjólka kúnni, gera ost, rómastamp, ketilost, rullipylsu og kjøtpylsu. Hon leggur klæðir á blik og annað mangt. Stuttrøðin er í tveimum pørtum, seinni partur kemur næsta mikukvøld. Sendingina gjørdu: Zacharias Hammer og Ragnar C. Joensen