Flogvøllurin vesturi í Vágunum er lívsæðrin hjá føroyingum út í heim. Her er ein serligur spenningur í luftini. Flogfør koma og fara og taka eitt sindur av umheiminum við sær hendavegin. Nógv fólk ferðast um flogvøllin, og umleið 5000 flogfør koma og fara um árið, men hetta er eisini arbeiðsplássið hjá nógvum fólkum. Í hesari sending fara vit at fylgja tí dagliga arbeiðinum á flogvøllinum, og vit fáa innlit í eina verð, sum vit vanliga ikki geva okkum far um, tá vit koma og fara um flogvøllin. Lag til rættis: Jens Jákup Hansen.