Seinastu árini hevur Uni Leitisstein Hansen staðið fyri søguligu filmsverkætlanini Føroyskar Søgur. Ein hópur av upptøkum filmaðar í Føroyum, síðan filmsmiðilin varð uppfunnin, eru komnar fram úr goymslunum. Burtur úr arbeiðinum eru higartil komnar tvær filmsfløgur í røðini Føroyskar Søgur. Nú leitar Uni Leitisstein Hansen aftur um nakrar av upptøkunum, tí aftan fyri hvørt einasta filmskut er ein søga. Ein teirra er um 36 ára gamla Ejner Nyrum, sum tann 6. juni 1944 loypur niður á eina strond í Normandínum í Fraklandi við byrsu í hond, meðan kúlurnar flúgva um oyruni á honum og 150.000 øðrum sameindum hermonnum. Ejner Nyrum, ið er stjórin í Havnar Timburhandli, er endaður mitt í blóðigu, men avgerandi landgongini "Operation Overloard" á D-degnum. Uni Leitisstein Hansen sigur søguna um, hvussu nakrar gamlar filmsrullur brádliga avdúkaðu spennandi søguna um ein mann, ið sjálvboðin valdi at fara frá konu, børnum og einum góðum stjórastarvi í friðarligu Føroyum, fyri at niðurberja Týskland sum partur av bretska herinum. Sendingin er frá mars í ár.