Urtagarðsrøðin frá 2008 fer nú undir sínar vár- og summarsendingar. Nú tíðin er komin at seta epli niður, hava vit verið suðuri á Sandi og sett epli niður saman við Gunnar Bjarnason, sum eisini er búnaðarfrøðingur. Hann hevur í fleiri ár havt flagveltu norðuri á Dalinum og fer at vísa okkum, hvussu vit skera fyri og loysa flagið. Hann gevur okkum ráð um setepli, taðing, eplasjúkur, og hvat vit skulu gera, fyri at fáa so góð epli sum gjørligt. Lagt til rættis: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.