Urtagarðurin er inni á Strondum hjá Evu Andersen, sum man eiga størsta urtagarð í Eysturoynni. Hon fer at geva okkum góð ráð um grasplenuna, um kálk, taðing, hvussu kantarnir skulu skerast, hvørji amboð eru tey bestu osfr. Nú skulu rósurnar eisini skerast, so tað fer hon eisini at vísa okkum. Seinast í mars vóru vit inni hjá Evu og sáddu ymiskar summarblómur í bakkar, nú er tað vaksið so mikið, at tíð er at at planta um. Gjørt sendingina:´Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.