Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – ella meiri nágreiniligt, í heili sjey áratíggju.
Hon er kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv undir egnum navni.
Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av sangunum eru vorðnir fólkaogn, eitt nú "Aldan", "Í Dans" og "15 ár" eru millum kendu sangirnar, og verða framvegis sungnir av fólki í øllum aldursbólkum.
Annika Hoydal er tónlistadrotning føroyinga (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Leysir endar
Nú Annika Hoyda er vorðin 77 ára gomul, hevur hon lagt síðstu hond á enn eina nýggja útgávu, sum í hesum døgum verður útgivin.
Útgavan kallast “Leysir endar” og er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív.
(Grafikkur: Kirstin Helgadóttir)
Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal hevur týtt til føroyskt.
Saman við sínum frálíka bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt inn. Alt akkustiskt og alt í umhvørvinum har Annika vaks upp.
LEITISSTEIN er á skránni hvørt týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15 (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Stroymd fyri fyrstu ferð
Í sambandi við útgávuna av "Leysir endar", so var Annika Hoydal samvertur í sendingini LEITISSTEIN Live í útvarpinum.
Sendingin varð fyri fyrstu ferð eisini stroymd á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya.
Her kanst tú bæði síggja og hoyra sendingina, har Annika Hoydal og Uni Leitisstein Hansen bæði tosa um og spæla sangir av nýggju plátuni hjá Anniku .
Uni Leitisstein Hansen, vertur í LEITISSTEIN, og Annika Hoydal, tónlistakvinnna og samvertur (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)