Eiler og Rannvá Royðutoft hava gjørt sær ein øðrvísi urtagarð inni á Strondum, har hagagrót setur ein heilt serligan dám á. Og í staðin fyri gras og plenu hava tey malargrót, flísar og royðugrót. Eva Andersen fer eisini at geva okkum góð ráð um, hvat grønmeti vit skulu seta niður nú og hvussu vit taða. Í Klaksvík man liggja størsti rabarbugarður í landinum. Hans Jacob Joensen ella Hans Jacob hjá Dáva, gjørdi sín fyrsta rabarbugarð fyri 53 árum síðani og øll hesi árini hava hann og konan Anna selt klaksvíkingum rabarbur. Ólavur Wolles hitti Hans Jacob, tá hann hevði havt rabarbugarð í 50 ár. Gjørt sendingina: Bergljót D. Hentze, Ragnar C. Joensen og Ólavur Wolles.