Lena og Jákup Hansen uppi á Gørðum í Søldafirði hava í dag ein sera vakran og stóran urtagarð. Men tey hava eisini arbeitt nógv hesi seinastu tvey árini, fyri at fáa urtagarðin vakran aftur, sum er 80-ára gamal. Hesi seinastu 15 árini hevur hann ligið í órøkt, so har vóru nógv trø at fella og nógv at saksa, tí urtagarðurin var allur sum hann var samanvaksin. Eisini vitjað við Boysens garð í Tórshavn har prátað verður við Jógvan Olsen. Lagt til rættis: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.<