Urtagarðurin er í kvøld og vitjar Karl A. Thomsen, sum býr í Syðrugøtu. Hann hevur ikki bara stóran áhuga fyri trøum og blómum, hann eygleiðir eisini og tekur myndir av sjáldsomum fuglum, sum vitja í urtagarðinum. Og so hevur hann eisini eina firvaldarfellu, og spennir út firvaldar, sum eru sjáldsamir um okkara leiðir. Gjørt sendingina: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.