Í kvøld eru vit í einum urtagarði, sum avgjørt ikki líkist nøkrum øðrum urtagarði í landinum. Og tað munnu vera fáir garðar, sum verða so væl vitjaðir, sum hesin.Vit tosa um urtagarðin hjá Ritu og Kristian Joensen við Gjógv. Har eru nógvar blómur, men so sanniliga eisini nógv prýði, sum Rita hevur tilevnað úr ymiskum tilfari, sum hon finnur í bygdini. Eisini vitja vit í Fuglafirði, har vit fara at vitja Tórun Beck, sum er býargartnari har. Gjørt sendingina: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.