Í urtagarðssendingini vitja vit Eilif Brimheim í Havn, sum ikki hevur nakran vanligan urtagarð. Umframt blómur, trø og vakstrarhús, hevur Eilif stóran áhuga fyri hyljum og vatnplantum av ymiskum slag. Men honum dámar eisini væl djór, so her eru bæði froskar, skaldbøkur og 60 undulatar. Lagt til rættis: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.