Bárður Jákupsson, listamaður, hevur fingið Mentanarvirðisløn landsins fyri árið 2018 fyri stóran eldhuga og fjølbroytt listarligt virksemi. Í tí sambandi endursenda vit sendingina "Langa leiðin norðureftir" - um Bárð Jákupsson. Sendingin varð fyrstu ferð send í 21. sept. 2003. Bárður Jákupsson er helst tann persónurin, sum hevur havt størstu ávirkanina yvirhøvur í føroyska listaheiminum hesi seinastu 25 árini. Starvið sum stjóri í Listasavni Føroya hevur givið eitt mandat, sum hevur verið dúgligani nýtt. Men Bárður er eisini ein av Føroya fremstu málarum. Fyri einum góðum hálvum árum síðani segdi hann knappliga stjórastarvið frá sær, og legði leiðina norður til Gjáar at mála. Orsøkirnar vóru fleiri. Hann vildi hava betri stundir at mála, men ein álvarsligur blóðtøppur skumpadi eisini undir ynskið um broytingar, áðrenn ov seint var. í sendingini hoyra vit onnur listafólk siga sína hugsan um hann, men fyrst og fremst verður varpað ljós á listamannin og menniskjað Bárð Jákupsson.