- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur
Í gjár vóru vit enn merkt av G! Festivalinum, men í dag eru vit aftur.
Á ólavsøku er nógv at fara til, og fleiri av okkum hava ymiskar siðvenjur. Ein siðvenja hjá fleiri er hyggja eftir ólavsøkuframsýningini, sum er á Listasavninum. Í ár eitur framsýningin (SPRUTT), og tað er listakvinnan Alda Mohr Eyðunardóttir sum hevur lagt hana til rættis. Vit práta við Aldu í sendingini, har hon m.a. greiðir frá heitinum og evninum í ár.
Ein onnur siðvenja, sum fær fleiri at lurta og fylgja við, er løgmansrøðan á ólavsøku, tá ið tingið verður sett. Við okkum eru tvey, ið lesa røðulist í Keypmannahavn. Tey eita Sadie Niclasen og Birgir Ferjá Heldarskarð. Í sendingini gera tey gitingar um, hvat løgmaður fer at siga í røðuni, og greiða eisini frá, hvat ein góð røða er.