- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur
Í dag er sendingin merkt av, at fleiri hava fingið boð um tey eru sloppin inn á universitetið.
Vit byrja sendingini við at hoyra frá David, ið er farin til Mallorka at sóla sær. Síðani kemur Bjørk Sæunnardóttir Miné at práta við okkum um Pisudagar. Hon prátar um tiltakið og hevur fimm góð ráð til tín ið er lesandi.
Magnus Kárason Durhuus, formaður fyri MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta), prátar um hvat MFS er og á hvønn hátt tey hjálpa lesandi. Eisini kemur hann inn á, hví tað er gott fyri lesandi at savnast við onnur lesandi.
Men tað eru ikki øll sum fara niður at lesa, tí tað eru eisini nøkur ið velja at vera heima í Føroyum. Fróði Bjarnason hevur lisið í Føroyum, og er í dag útlærdur. Vit práta við hann um at lesa í Føroyum, hvat hann hevur lisið og um samanhaldið í her heima.
Eisini verður eitt boð upp á ársins summarhitt funnið.