- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá makrelurin broytti Føroyar

08-09-2020 |
01-09-2020 |
25-08-2020 |
18-08-2020 |
11-08-2020 |
04-08-2020 |

Tað er ein sannroynd, at avgerðin um at hækka føroysku makrelkvotuna fyri umleið 10 árum síðani, hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri partar av okkara fiskivinnu, og somuleiðis fyri búskaparligu framgongdina í Føroyum seinnu árini.
Søgan “Tá makrelurin broytti Føroyar’ er ongantíð lýst samanhangandi og tað verður roynt í hesu sendirøð.
Føroyar meira makrel
Tað var tó ikki frá politiskari síðu ella frá Havstovuni, at stig vóru tikin til at útvega prógv fyri, at nógvur makrelur var í føroyskum sjógvi, og at føroyingar tí áttu at kannað sær ein munandi størri part enn tey 4,9 prosentini, sum Føroyar tá áttu av felagskvotuni.
Men á hvønn hátt gjørdust føroyingar varðugir við nógva makrelin í føroyskum sjógvi, sum gjørdist grundarlagið undir kravinum um at tryggja Føroyum størri part av felagskvotuni millum strandalondini? Og hvussu gekk arbeiðið fyri seg at útvega haldgóðar próvgrundir fyri, at so var.
Kári Mikkelsen hevur lagt til rættis.