William er vorðin gamal maður, tá ið hann loksins verður heiðraður í sínum heimlandi. Á 75 ára føðingardegnum gevur forlagið Bókagarður út nakrar av skaldsøgum hansara í føroyskari týðing. Sama ár fær hann virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Á 80 ára degnum tilnevnir Tórshavnar Býráð William til heiðursborgara í Havn. Um hetta mundið ganga tíðindi um, at bókmentavirðisløn Nobels fer at verða latin Williami, men líkt er til, at William sjálvur ber seg undan at fáa hesa viðurkenning. Sum grundgeving nevndi hann sjálvur, at fekk ein dansktmæltur høvundur í Føroyum slíka virðisløn, fór tað at tarna royndunum at vinna føroyskum støðu sum sjálvstøðugt bókamál. Hann fær í staðin bókmentavirðislønina hjá svenska akademinum, og í 1985 verður hann heiðraður við stórfingnu Sonning-virðislønini. Og á 90 ára føðingardegnum gongur stór mannamúgva við kyndlum niðan undir Varða at heilsa skaldinum.