Vit tosa millum annað um granskingarumhvørvi, granskingarpengar, og ikki minst granskarar í Føroyum.
Men hvat er gransking? Hví er gransking týdningarmikil? Hvørja gransking fáast vit við í Føroyum? Og hvørjir eru hesir granskarar?
Millum aðrar hesar spurningar seta vit í fýra sendingum Heina í Skorini, Bergi D. Hansen, Anniku Sølvará, Jóhonnu á Lava Køtlum og Janusi Vang, sum koma við sínum boði upp á svar.
Eisini verður tosað við ein granskara í hvørjari sending, og hesaferð greiðir Runa Preeti Ísfeld um sína gransking, og hvat tað var, sum gjørdi hana forvitna eftir at vita meira.
Vit tosa um granskingarumhvørvi, granskingarpengar og ikki minst granskarar í Føroyum. Men hvat er hetta fyri umhvørvi? Hvørja gransking fáast vit við í Føroyum? Og hvørji eru hesir granskarar?