Hví kostar gransking so nógv? Hetta er stóri spurningurin hesaferð, og eftir tað, greiðir Hallbera West frá sínari gransking.
Fróðskaparetur Føroya er staðið, har flestu føroysku granskararnir fáa sína granskaraútbúgving, og vit fáa eitt prát við Berg D. Hansen, dekan, áðrenn Hallbera West greiðir frá um sína gransking innan ábyrgargering innan politisku skipanina í Føroyum.
Stóra spurninginum svara Jóhanna á Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling, Bergur D. Hansen, dekanur, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum og Heini í Skorini, granskari.
Vit tosa um granskingarumhvørvi, granskingarpengar og ikki minst granskarar í Føroyum. Men hvat er hetta fyri umhvørvi? Hvørja gransking fáast vit við í Føroyum? Og hvørji eru hesir granskarar?