Fjórða sending um gransking og granskarar í Føroyum. Granskarin hesaferð er Sanna Laksá
Fiskaaling er partur av føroyska granskingarumhvørvinum og Jóhanna Lava Køtlum er stjóri i P/F Fiskaaling. Hon greiðir frá teirra virksemi, umframt at Sanna Laksá sigur frá um sína granskingarritger ið snýr seg um útlutingarhættir innan føroysku fiskivinnuna.
Vit tosa um granskingarumhvørvi, granskingarpengar og ikki minst granskarar í Føroyum. Men hvat er hetta fyri umhvørvi? Hvørja gransking fáast vit við í Føroyum? Og hvørji eru hesir granskarar?