- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru tøkini
Einahandilin í Klaksvík
26-07-2024
Í fyrstu sendingini verður tosað við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum. Og vit vitja Einahandilin í Klaksvík, har Andras Sólstein sigur søguna um Einahandilin.
Í fyrstu sendingini verður tosað við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum. Herleif nemur eitt nú við týdningin, ið mentanararvurin hevur fyri okkum sum land og fólk, og hvønn týdning tað hevur at vinnulívið aðrastaðni hevur grunnar, sum lata munandi upphæddir, tá talan er um mentanararv. Dømi um hetta eru Maersk Grunnurin, Nordea Grunnurin og Realdania.
Í somu sending vitja vit Einahandilin í Klaksvík, har ið Andras Sólstein, leiðari á Norðoya Fornminnissavni, millum annað sigur okkum søguna um Einahandilin í Klaksvík og tann týdning, ið hann fekk fyri menningina av vinnu- og handilslívinum í Norðoyggum og pørtum av Eysturoynni.
Tey stóru tøkini
Í hesari stuttrøðini lýsa vit trý varðveitingarverdug umhvørvi, ið hvør á sín hátt hava havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið.
Talan er um Einahandilin í Klaksvík, Hvalastødina við Áir, og Tinganes í Havn.
Gunnar Nolsøe leggur til rættis.
Tórolvur Weihe, savnsarkitektur, sigur okkum søguna um nógvar av bygningunum á Tinganesi og um umvælingina av Stokkastovuni
26-07-2024
Talan er næstan sum heimsarv. Tað sigur søgufrøðingurin Ulf Ingemar Gustafsson um Hvalastøðina við Áir.
26-07-2024
Í fyrstu sendingini verður tosað við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum. Og vit vitja Einahandilin í Klaksvík, har Andras Sólstein sigur søguna um Einahandilin.
26-07-2024