Kaj Leo Holm Johannesen og Helgi Abrahamsen umboða Sambandsflokkinum í Tinginum hesa ferð
Í dag vitjar Sambandsflokkurin tingið. Í Tinginum verða tvey umboð úr hvørjum flokki tráspurd um vallyfti og valskrá.
Lurtarar og hyggjarar hava møguleika at senda umboðunum spurningar. Og sum nakað nýtt fáa umboðini høvi at svara innkomnu spurningunum, tá sendingin hevur verið í luftini.
Vallyftini eru gylt og andlitini nógv, nú politisku flokkarnir kýta seg at sleppa í Løgtingið. Tingið fer at tráspyrja tvey valevni fyri hvønn flokk um vallyfti og valskráir.
Sendingin verður beinleiðis í útvarpinum, á netinum og í sjónvarpinum.
Tit lurtarar fáa eisini høvi at seta valevnunum spurningar. Hetta gera tit við at senda okkum eini sms-boð á 224000, ella á kvf.fo.
Fyrsti flokkurin í tinginum er Sjálvstýri, og síðan koma flokkarnir á gátt annanhvønn dag fram til valið.