Ísbjørnin og veðurlagið. Anders Lundin fylgir við, tá granskarar skulu kanna og merkja ein ísbjarnahann á Svalbard. Filmsmaðurin Asgeir Helgestad hevur gjørt ein dokumentarfilm um ísbjarnamammuna Frost fyri at lýsa veðurlagsbroytingarnar. Lundin og Helgestad fara út á víddirnar at leita eftir henni - og tað endar við, at ein ísbjarnaungi eltir teir. Fyri hundrað árum síðan vóru hesi stóru rovdjórini næstan avoydd í Svøríki. Men nú eru tey aftur. Anders Lundin heldur fram við ferðini eftir rovdjóraslóðini, ikki einans fyri at fáa meir at vita meir um djórini, men eisini fyri at skilja tey fólkini, sum liva nær djórunum - uppá gott og ónt.