Virðislønir Norðurlandaráðsins 2021. Her verður tað besta innan norðurlendska mentan og umhvørvi heiðrað í sendingini, sum er úr Skuespilhuset í Keypmannahavn. Virðislønir verða handaðar fyri barna- og ungdómsbókmentir, umhvørvi, film, tónleik og so siðbundna Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins, sum í ár verður latin fyri 60. ferð. Fýra føroyingar eru í uppskoti tl virðisløn: Lív Maria Róadóttir Jæger er í uppskoti at fáa til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins við bókini Eg skrivi á vátt pappír. Matkovin er tilnevndur umhvørvisvirðisløn Norðurlandaraðsins. Marjun Syderbø Kjelnes er tilnevnd barna- og ungdoms mentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins. Og Eivør Pálsdóttir er tilnevnd tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins. 13 tónlistafólk og bólkar, sum hava ment serstøk tónleikaverk, eru í uppskoti til virðislønina í ár. Tey umboða eina breidd í norðurlendskum tónleikahøpi, sum fevnir frá operu, klassiskum tónleiki, jazzi og fólkatónleiki, til popp. Talan eru um altjóða stjørnur, sum hava sett Norðurlond á tónleikaliga heimskortið við sterkari rødd, snidlingar við ljóðføri, skapandi listagávur við framúrskarandi tónleiki, sum eru eldhugað, og hava gjørt tónleik í nógv ár. Vinnarin verður kunngjørdur 2. november, og vinnarin fær 300.000 krónur.