Sniðgevin Bettina Bakdal skapar móta bæði úr góðum klassiskum silkiturrikløðum og gomlum gardinum. Hon er farin úr verandi mótavinnuni og er nú serliga upptikin av at arbeiða burðardygt og umhvørvisvinaligt. Í hesi røðini hitta vit danskar mynsturbrótarar, sum brúka klæðini til at siga nakað ávíst. Tey halda fast við at geva rúm fyri ymiskleika og burðardygd m.a., meðan tey dyrka handverkið og siðvenjuna. |