Í meir enn 100 ár hava kvinnur stríðst fyri rættindum at ráða yvir egnum kroppi. Stríðið hevur verið um fyribyrging, men tað hevur eisini havt týdning at siga hart, at ikki einans menn, men eisini kvinnur eru seksuellir skapningar. Og so snýr tað seg ikki um at dansa eftir mansins pípu, men sjálvar taka stýringina. Í hesi søguligu sending leiða Ulla Dahlerup, Louise Kjølsen og aðrar góðar kvinnur okkum gjøgnum menningina, tá tað snýr seg um seksualitet hjá kvinnum.