Vit fylgja tí villa rúsevnislívinum, sum Mads Pedersen og unnustan Julie liva. Hvønn dag skulu tey brúka fyri fleiri túsund kr. í rúsevnum. 35 ára gamli Mads Pedersen er uppvaksin í einum syndraðum heimi við harðskapi, og hann kom ungur út í rúsevnismisnýtslu. Síðan er hann eitt livandi prógv um menniskjaliga og samfelagsliga kostnaðin av at vera rúsevnismisnýtari. Hann hevur búð í 16 kommunum í 55 ymiskum bústøðum. Hann hevur verið innlagdur yvir 300 ferðir á sjúkrahús og er í vanda fyri at enda í hagtølunum yvir teir 250 danskararnar, sum hvørt ár doyggja av rúsevnismisnýtslu. Men hví er tað ongantíð eydnast at fáa Mads burtur úr misnýtsluni? Hann er bara ein av teimum knappliga 20.000, sum hvørt ár kosta samfelagnum fleiri milliardir krónur. Lagt til rættis: Michael Klint og Frederik Brun Madsen.