Amalia kennir seg lítisverda, um hon ikki verður sædd ella viðurkend av øðrum. Tí fyllir Amalia dagin við ´avtalum´ og skapar sær soleiðis falskar ímyndingar av, at hon hevur tað gott, og samstundis sleppur hon undan at kenna seg einsamalla við sínum egnu tonkum. Men henda æviga tráanin eftir viðurkenning hevur tikið valdið, og Amalia er um at fáa nervasamanbrot. Man Amalie nakrantíð finna frið í sínum egna selskapi, ella er hon dømd at liva í ævigari jagstran eftir uppmerksemi?