Menn og kvinnur útbúgva seg eins nógv. Men ovast í vinnulívinum sita menn í 80% av teimum tungu sessunum. Hvat er orsøkin til skeivleikan, og hvørjar avbjóðingar eru á leiðini hjá kvinnum upp á tindin? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum vinnulívskvinnurnar Stine Bosse, Lisbeth Knudsen og Nana Bule skulu royna at svara.