Dokumentarsending hjá Tom Alandh frá 2021. Størri enn Widerberg, størri enn Bergman, Jan Troells "Här har du ditt liv" er besti filmur, sum nakrantíð er gjørdur í Svøríki. Tað heldur í hvussu so er Tom Alandh, sum saman við Heleen Rebel nú hevur gjørt film um Jan Troell, sum fylti 90 í fjør. Ein filmur fyltur av Jan Troells egnu myndum, men eisini um barndómsins sorgleysu dagar og gleðina við at skapa. Og um listina, kærleikan og deyðan.