Oscar, Amma og Otto eru av álvara við at fáa gongd á DJ-karrieruna. Tey hava fingið sáttmála við ein stóran náttklubb, og nú er tíð at satsa 100%. Men omma Oscar og onnur í familjuni vilja fyri alt í verðini ikki hava, at Oscar endar sum pápin. So tey leggja trýst á hann, at hann skal fáa sær útbúgving -eisini pápin er samdur í tí. Og Oscar skal velja: Skal hann lata vanligt vit og skil ráða ella fylgja ótrygga dreyminum?