Emmeli var altið í miðdeplinum, tá veitslur vóru. Hon var sosial, full í orku og aldri einsamøll. Í dag er alt broytt. Emmeli var ein av teimum ungu, sum var í vanda fyri at doyggja, um hon fekk COVID-19, tí hon hevur tríggjar kroniskar sjúkur. Fyri einum ári síðan sendi læknin hana heim at sita avbyrgd, og alla hesa tíðina hevur hon havt kettuna hjá sær. Eftir at hava verið avbyrgd í eitt ár, kemur ein púra broytt Emmeli um gáttina fyrstu ferð eftir vaksinuna, og Tvørs fylgir henni, nú hon roynir at læra seg at liva sítt fría lív aftur.